Tey fara at "syngja við" á Oyrarbakka

Tað eru limir í Sundakórinum, sum hava tikið stig til tiltakið í Eydnuni á Oyrarbakka

Tiltak

20. mars skipa fólk í Sundalagnum fyri einum "Syngið við" tiltaki í Eydnuni á Oyrarbakka.
Connie Joensen, fyrrverandi formaður í Ungmannafelagnum Eydnuni, sigur, at hetta verður eitt líknandi tiltak sum tey, vit kenna frá SvF-sendingunum nýggjársaftan.

Stórt tiltak

- Ungmannafelagið hevur einar 150-200 limir, og hesir kunnu bjóða tilsamans 5 vinum og kenningum við til tiltakið, sigur hon.
Sum skilst, ætla sundalagsfólk rættiliga at hugna sær hetta kvøldið.
Tað eru nøkur fólk í Sundakórinum, sum hava tikið stig til kvøldið.

Sundakórið

Sundakórið, sum bert hevur eitt ár á baki, telir einar 30 limir, og sum skilst, er áhugin fyri kórinum stórur í Sundalagnum.
Kórleiðari er Hans Olivur Joensen, sum annars er tónleikalærari í Havn.
Sundakórið er mannað bæði við kvinnum og monnum, ungum sum tilkomnum.