Seinasta leygardag vitjaðu nøkur fólk á kommunuskrivstovuni á Toftum. Talan var um 1967-árgangin í Tofta skúla, og eru hesi fittu fólk sostatt javngomul við Nes kommunu.
Tað siga tey á Facebook-vanganum hjá kommununi í vikuni, sum henda dagin høvdu vitjan av gamla skúlaflokkinum. Skjótt eru 50 ár liðin, síðan hesi fóru í 1. flokk í Tofta skúla.
Eftir at tey høvdu verið í skúlanum, vitjaðu tey á kommunuskrivstovuni.
Borgarstjórin, Súni í Hjølum, hevði eina stutta frágreiðing og vísti teimum runt í bygninginum, gamla skúla og í lærarahúsinum.
- Vit takka fyri vitjanina og ynskja teimum øllum framhaldandi blíðan byr á lívsleiðini, siga tey á Facebook-vanganum hjá Nes kommunu í vikuni.