Í býin
við Norðskála:Tá tey fara út at fáa sær ein bita við Norðskála, fara tey í IN. Nýggju caféina, sum mánadagin lat upp beint norðan fyri brúnna.
Í nýggju caféini fæst alt frá grillmati til fínar búffar við øllum tilhoyri. Opið er frá klokkan tíggju fyrrapartin til klokkan 11 á kvøldi. Um middagleitð ber til at keypa døgurða. Dagsins rætt. Matsovan, har borðreitt verður við búffum, hevur fult skeinkiloyvi. Har verður tó ikki latið upp fyrr enn klokkan 17 seinnapartin.
Fríða Midjord, sum eigur Café-IN við Norðskála, býður vælkomin, tá vit koma inn. Tað regnar uttan fyri, og væl av vindi er. Tað rekur naka undir brúnni, Undan ættini, so tað sær ikki so galið út hiðani úr vindeyganum. Útsýnið er gott, og til ber at fylgja við tí, sum fer norður gjøgnum Sundalagið. Í dag eru tað bara nakrar æður, sum liggja og andøva í streymkantinum.
Hølið er ljóst og rúmligt. Lætt at koma inn í. Bygt sum ein grillbarr við diski, har matskráin er lýst við myndum omanfyri. Køkurin er í sama rúmi, so Fríða, sum stendur við komfýrin, sær, nær fólk koma inn.
Hon fer yvir til diskin og setir tvey krúss undir kaffimaskinuna. Fyllir tey við espresso, og vit fara so inn í matstovuna í norðara enda at práta.
?Hetta er ein avloysing ella víðkan av grillini Centrum, sum vit høvdu frammanundan. Men tað var líkasum, at nakað manglaði, greiðir Fríða Midjjord frá.
So nú er Centrum stongt, og virksemið flutt og víðkað her í nýggja bygninginum.
Fyrstu dagarnar hevur undirtøkan bara verið í lagi, letur hon at. Fólk kenna sjálvandi grillvørurnar frá Centrum, og tað, tey høvdu har, er eisini at fáa her í nýggja handlinum, greiðir Fríða Midjord frá.
Talan er um alla vanligar grillvørur. Men so er tað døgurðamaturin, dagsins rættur, sum fæst fyri 35 ,- krónur. Hann verður seldur frá umleið klokkan hálvum tólv, til hálvgum tvey ella so. Og tí hava fólk longu funnið útav.
Í tí partinum av bygninginum, har grillin er, eru sett borð upp, so sitast kann og eta tað, keypt er.
Sum nakað heilt nýtt her norðurin er verulig matstova eisini latin upp. Her er heilt annar stílur enn í syðra partinum, har grillmatstovan er.
?Vit vænta eisini, at tað verða onnuur fólk, sum koma her, sigur Fríða Midjord. Her er meira »ekslusivt«, um vit kunnu siga so. Myrk panel. Mahogni diskar og viftur undir loftinum. Tú kennir teg líkasum komnan í gomul kolonilond.
?Tað er ikki ætlanin at hava hendan partin í sambandi við grillina yvirhøvur, greiðir Fríða Zachariassen frá, tá vit hava set okkum í eina av polstraðu sofunum. Líkasum í einum bási, har fýra fólk fáa sitið við eitt borð. Skilaveggur er ímillum, so tú situr fyri teg sjálvan og verður ikki órógvaður av teimum, sum sita aftanfyri. Ella øvugt. Her er pláss fyri umleið 30-35 fólkum inni.
?Her fara vit at bjóða fólki at koma at fáa sær ein betri bita. Í fyrsta lagi hava vit valt ikki at hava so øgiliga stóra matskrá. Tríggjar ymiskar búffar við tilhoyri, greiðir Fríða frá. Umframt er so fult skeinkiloyvi til hendan partin.
Longu nú hava fólk verið og roynt staðið, og tey eru nøgd. Trý jolaborðhald eru eisini longu umbiðin.
Okkurt smávegis er eftir at gera soleiðis rundanum, hóast latið er upp. Eitt nú manglar skelting enn, men tað verður eitt tað fyrsta, nú verður farið undir. Í fysta lagi á bygninginum sjálvum, men kanska eisini eitt sindur burturfrá, soleiðis at tann, sum kemur koyrandi framvið, sær, at her er komið nýtt matstað. Og tey koyra nógv um brúnna við Streymin hvønn einasta dag.