Tað sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum er í øðini um, at eingin áhugi er at kalla Løgtingið saman at viðgera tey mál, sum lógu eftir, tá tingið fór heim í summarfrí.
Tað tykist at vera semja millum tingfólk um, at tingið skal ikki kallast saman. Tað er bara Miðflokkurin, sum rópar varskó, meðan eingin annar lets um vón.
Í einum hvassorðaðum mótmælisskrivi í gjárkvøldið heitir Jenis av Rana enn einaferð á politisku skipanina um at fáa tingið kallað saman.
Jenis av Rana skrivar soleiðis:
##med2##
»Smart, ábyrgdarleyst ella botnfrekt at "Bypassa" demokratiið?«
Vit eru byrjaði upp á triðju viku, síðani samgongan legði árarnar inn, gavst við sínum virksemi og sendi hægsta valdið, Løgtingið, til hús.
Enn liggja tíggjutals tingmál og súlta í nevndum, bíðandi eftir ólavsøku, degnum, tá enn ikki respirator løgmans megnar at halda lív í teimum.
Mótmælini frá feløgum og einstaklingum, borin okkum av 4. statsvaldinum, fjara so líðandi og 4. statsvaldið sjálvt, fjølmiðlarnir, tykjast hava lagt kongin.
Eftir stendur fólkaræðið, demokratiið, avvápnað og óvirkið.
Fimm mánaðir i lógloysi!
Í øllum demokratiskum londum, sum okkum dáma at samanbera okkum við, leggja stjórnir frá sær, tá tær missa meirilutan. Har einveldisharrar ráða, leggja teir líka í, fremsta og einasta mál teirra er vald, vald fyri einhvønn prís, eins og í Føroyum í dag, har samgongan ætlar, at Løgtingið skal liggja óvirkið í knappliga fimm mánaðir.
Meðan gølur eftir gølur detta úr skápum, krøkja tey seg til landsstýrissessir, ognartaka hesar, ofra demokratiið og lata eygu og oyru aftur fyri øllum mótmælum. Tey vóna óivað, at veljarin gloymir.
##med3##
"Málið varð ikki viðgjørt" ella "málið varð umrøtt".
Hesi "begávaðu" orð lesa vit fimmti sjey (57) ferðir í gerðabókum løgtingsins, dagin og dagarnir áðrenn samgongan sendi hetta evsta vald føroyinga til hús!
So er brennandi spurningurin, hvussu leingi ætla teir fólkavaldu sær at sita við hús, meðan ikki bert demokratiið verður vanvirt, men landið alt "drívur fyri vág og vind"?
Eitt er vist, lata tey 33 sær slíkt lynda, burdi ongin teirra sloppið at bjóða seg framaftur at stjórna Føroyum!
Jenis av Rana,
løgtingslimur«