Við hetta lag ganga tað eini 20 ár, áðrenn demensætlanin, verður sett í verk
Tað staðfestir Tórmóður Stórá, serlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum, í eini grein í Sosialinum nú um vikuskiftið.
Hósdagin var Altjóða Alzheimersdagur og í hesum sambandi vísur hann á, at á hesum øki er einki hent, hóast politikarar hava lovað, at hetta er eitt økið, vit mugu gera nakað við.
– Tey við demensi eru gloymsk, tey eru gloymd og tey eru svikin av politisku raðfestingini, sigur Tórmóður stórá.
Tað vórðu annars nógv lovorð at hoyra, tá ið í heildarætlanin um at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag varð løgd fram í 2015.
Í heildarætlanini eru 14 ítøkilig tilmælir til politisku skipanina um, hvussu vit í framtíðini eiga at skipa demensøkið til frama fyri tey, ið hava sjúkuna.
Men Tórmóður Stórá staðfestir, at politikaarnir høvdu tað bara omanfyri hálsvølin, tí í verki hava teir einki víst
Í ár eru 500.000 krónur settar av til at seta demensætlanina í verk fyri, men tað var við tógvi stríð. Hinvegin vóru 600.000 krónur settar av í eini handavending til at hyggja nærri at ridluskriða – hjá seyði, leggur hann afturat.
Aftan á trý ár eru sostatt 10 prosent av pengunum játtaðir, sum skulu til fyri at seta ætlanina í verk. Verður ferðin tann sama framyvir, fer tað sostatt at taka eini 20 ár til ætlanin er sett í verk, sigur serlæknin
Men vanliga plagar hon at minka, sum árini líða, leggur hann afturat. Og hann heldur, at viðhvørt tykist, sum um at tað er ein ein beinleiðis politiskur vilji at verða afturútsigld.
Hann vísir annars á, at í Føroyum hava yvir 800 fólk eina demenssjúku og hvørt ár verða eini 75 tilburðir av demensi staðfestir afturat í Føroyum. Samstundis eru tað eini 4000 fólk í Føroyum, sum hava hava ein demenssjúkling í nærmastu familju.
Og í 2040 verður mett, at talið á fólki við demens í Føroyum er hækkað til eini 1250 - 1500 fólk. Men tað eru bara 40-60 prosent av øllum demenssjúklingum, sum fáa staðfest at tey hava demens, sigur Tórmóður Stórá.
Les meiri um hansara sjónarmið í Sosialinum hetta vikuskiftið.