Tey elska kava

Tað vóru fleiri børn, sum í morgun fóru út í kavan at skreiða og spæla.

Tað er nokk ikki rætt at siga, at kavi er sum lundi á jólanátt, men tað skerst ikki burtur, at tað er ikki tann sami kavin nú sum fyrr.

 

Tað er tó ikki so illa vorðið, at føroysk børn ikki síggja kava longur, tí hvønn vetur hava vit nakrar kaldar dagar, og er nakar ælingur á himmalinum hesar dagar, er tað kavaælingur.

 

Í morgun, tá fólk vaknaðu, vóru bøur og hagi hvít, og mong vóru børnini, sum gjørdu skjótt av og sluppu sær út í kavan at skreiða og spæla.

 

Hesar myndirnar eru tiknar í Nólsoy í morgun, og tað er Evy T. Nielsen, sum hevur tikið tær og hevur lagt tær út á facebook-síðuna - Nólsoy í myndum.