Summarfestivalurin feirar sítt tíggjunda ár, og í kvøld feiraði Hanus sína tíggjundu framførslu. Hvørt ár sum Summarfestivalurin hevur verið, hevur Hanus nevniliga verið partur av honum.
Onkur kundi kanska hildið, at fólk vóru blivin móð av føroyska vísusangaranum. Men tann onkur skjýtur øgiliga langt við síðuna av, tí Tele tjaldið var kjokkfult av festivalgestum, tá Hanus trein á pallin kl. 21 í kvøld.
Onnur ár hevur Hanus ofta sungið og spælt einsamallur. Í ár hevði hann tó fingið gott fólk aftrat sær so sum Mikael Blak og Benjamin Petersen. Saman spældu teir í ein góðan tíma, har Hanus sang ein blanding av gomlum og nýggjum songum. Óneyðugt at siga: Fjøldin elskaði Hanus.
Um Hanus spælir aftur á næsta árs festivali eigur ikki at yvirraska nakran. Fólkið kann eftir øllum at døma ikki fáa nokk av honum.