Øki í eysturbýnum í Havn kring Bókbindaragøtu og Eysturstræti er burturav eitt øki fyri eldri fólk. Í mongu raðhúsunum búleikast næstan bara íbúgvar, sum eru komnir langt upp í árini, og sum heild er miðalaldurin sera høgur í hesum partinum av Havnini.
Men hetta tykist Tórshavnar býráð sambært fleiri í eysturbýnum ikki at geva sær far um. Í stórum pørtum av Havnini hevur hvørt húsarhald fingið eina grøna endurnýtslubingju í part at koyra pappírsrusk í, men í eysturbýnum hevur býráðið bert sett upp eina felagsbingju á einum spæliplássi, og henda bingjan fevnir um eitt stórt øki. Sambært teimum báðum kvinnunum í Bókbindaragøtu eru eins nógv hús í økinum sum øll Eiðis bygd.
Tí hava summi langa leið frá húsum til bingjuna, og tað orka gomlu fólkini í eysturbýnum ikki, hóast tey hava eitt ynski um at taka lut í nýggju skipanini við endurnýtslu av burturkasti.
Frekt býráð
Tvær eldri kvinnur í Bókbindaragøtu harmast um støðuna og siga seg umboða fleiri onnur eldri í økinum, sum fegin vilja nýta og stuðla skipanina við endurnýtslu av pappíri, men sum vegna aldur og bilandi heilsu ikki orka at bera ruskið so langan veg.
- Vit hava ringt til Tórshavnar býráð at gera vart við støðuna, men har tykist lítil vilji vera at betra um viðurskiftini hjá okkum gomlu her úti. Vit hava sagt frá, at vit hava brúk fyri fleiri bingjum, men vit eru framvegis noydd at ganga alt ov langt at sleppa av við okkara rusk til endurnýtslubingjurnar, siga tær báðar.
Tær fingu fyrst at vita frá býráðnum, at tað var ov dýrt at geva øllum hvør sína bingju. Síðani vórðu tær av býráðnum spurdar, um tær ikki høvdu onkran at senda fyri seg við ruskinum.
- Hetta helt eg vera nakað frekt og nasvíst, tí eg havi nevniliga ongan at fara við ruski fyri meg, sigur eina kvinnan. Í fleiri øðrum økjum í Havn hevur hvørt húsarhaldið fingið bingju til endurnýtslu av pappírsruski, men ikki í økinum, har miðalaldurin kanska er hægstur í allari Havnini.
Gomul og gloymd
- Hetta er diskriminering. Vit vilja fegin nýta nýggju skipanina við endurnýtslu, men tá býráðið setur eina einstaka bingju upp í einum øki, sum er líka stórt sum Eiðis bygd, megna vit ikki at ganga so langt, siga tær báðar.
Tær halda tað vera hugstoytandi, at tá býráðið setur eina góða skipan í verk, er hon bert fyri yngru og raskari menniskju. Eldru íbúgvarnir í eysturbýnum siga seg harmast um, at tey eldru ikki eisini fáa lut í eini skipan við endurnýtslu av pappírsruski, og tey føla seg á ein hátt uttanfyri.
- Vit høvdu ynskt, at myndugleikarnir eisini góvu okkum møguleikan at luttaka í teimum skipanum og ætlanum, sum samfelagið ger, so vit eisini kenna okkum at vera part av heildini, men í løtuni kenna vit okkum uttanfyri tey tøkini, myndugleikarnir og fólkið tekur, siga tær báðar kvinnurnar í Bókbindaragøtu, sum vilja vera ónevndar.