Tey eldru enda sum taparar

Klaksvík bakkar fyri Fíggjarmálaráðnum. Her er eingin vinnari, sigur Jógvan Skorheim.

 

Í áravís hava Klaksvíkar kommuna og Fíggjarmálaráðið verið ósamdu um roknskaparviðurskfitini fyri eldraøkið, men nú bakkar Klaksvíkar kommuna.

- Trætan skal ikki ganga útyvir eldru borgararnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nú Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at fremja tær broytingar, sum Fíggjarmálaráðið hevur álagt kommununi.

 

- Klaksvíkar kommuna hevur higartil lagt út fyri tann peningin, sum Fíggjarmálaráðið hevur noktað okkum til raksturin, men nú eru upphæddirnar vorðnar so stórar, og hendan støðan er hvørki haldbar ella virðilig mótvegis teimum eldru og avvarðandi, sum hava tørv á røkt og tænastum. Eg havi ilt við at fáa eyga á nakran vinnara í hesari støðuni, men tað sigur seg sjálvt, at tey eldru enda sum greiðir taparar, um peningurin til at veita teimum røkt og tænastu verður hildin aftur. Í Býráðnum eru vit tí samd um, at vit ikki kunnu blíva við at leggja út fyri Fíggjarmálaráðið, tí tað bæði er vanvirðandi yvirfyri teimum eldru og sum heild ábyrgdarleyst at seta kommunala gjaldførið og vælferðina hjá øllum okkara borgarum í óvissu uppá hendan mátan, sigur Jógvan Skorheim.

 

- Vit kunnu bara staðfesta, at landsstýrið vísir lítla virðing fyri eldraøkinum, og harumframt manglar vilja til at geva kommununum heimildir at loysa týdningamikla menning av kjarnutænastum til okkara eldru borgarar. Tað er hugstoytt og óskiljandi, leggur borgarstjórin afturat.

 

Roknskapirnir hjá Klaksvíkar kommunu fyri árini 2015, 2016 og 2017 eru tí broyttir, soleiðis at teir nøkta krøvini úr Fíggjarmálaráðnum og afturhildni peningurin fyri raksturin verður útgoldin kommununi.

 

Prinsippið er óbroytt

At kommunan broytir roknskapin eftir kravi frá Fíggjarmálaráðnum merkir ikki, at Býráðið tekur undir við ella góðtekur framferðarháttin hjá landsstýrinum, sigur Jógvan Skorheim.

 

- Man vil hava kommunurnar at gjalda og reka, men avgerðarrætturin fylgir ikki við, og man ger seg framvegis til harra yvir, hvussu kommunan skal gera sítt arbeiði. So kommunala sjálvræðið og virðingin fyri tí arbeiðnum, kommunurnar gera á eldraøkinum, liggur snøgt sagt undir fyri valdstostanum í landsstýrinum, og tað hava vit ringt við at góðtaka. Men tað skal sum sagt ikki ganga útyvir tænastuna á eldraøkinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu.

 

Hann leggur samstundis dent á, at samtyktin hjá Býráðnum um at fremja kravdu broytingina var einmælt og undir protest, tí Býráðið ikki vil leggja seg undir fyri valdsmisnýtslu úr landsstýrinum.

 

- Framferðarhátturin hjá landsstýrinum í hesum málinum hevur verið so nógv merktur av íblandan og valdsmisnýtslu, og tað eiga vit sum eitt demokratiskt innrættað rættarsamfelag ikki at góðtaka. Hesum eru vit øll í Klaksvíkar Býráð samd í, og tí varð broytingin eisini framd undir protest, sigur borgarstjórin.

 

Stríð hevur verið millum Klaksvíkar kommunu og Fíggjarmálaráðið um roknskapin hjá kommununi í samband við íløgur á eldraøkinum síðan fyrsta roknskaparár eftir yvirtøkuna. Ósemjan botnar í, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita undir ávísum fortreytum, sum síðan er broyttar eftir yvirtøkuna.

 

Les eina langa grein um málið á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.