- Vit høvdu ætlað okkum út á Kirkju einaferð í januar, men tað viðraði illa, og vit sluppu ikki avstað, sigur Jógvan Páll Poulsen, ið hevur sítt dagliga yrki, sum skipari umborð á Másanum.
Hann sigur, at teir bíðaðu so, til tað aftur varð fyllandi sól.
- Teir gomlu drupu altíð tarv í fyllandi sól. Annað kom ikki uppá tal, tí tá
verður kjøtið nógv saftigari, sigur Jógvan Páll Poulsen.
Vit lata myndirnar frá slaktinum tala fyri seg.
Til ber at síggja allar myndirnar við at trýsta á leinkjuna "Tarvafletting á Kirkju".










