Tey bygdu hetta land

Jóltíðir eru friðartíðir í Føroyum. Hesi jól eiga vit at hugsa um, hvussu vit best skipa vinnu okkara í komandi tíðum; vit noyðast at skipa betri karmar um fiskivinnu og laga støði undir øðrum vinnum.

Sum smádrongur fylgdist eg mangan við ommu, tá ið hon vaskaði fyri fólk. Hon var uppvaksin á bygd fyrst í farnu øld, fekk onga stórvegis formliga útbúgving uttan tey virði, sum traðarfólk løgdu í børn síni. Tvær ferðir gjørdist hon einkja, og tíðliga var hon merkt av sjúku. Men har gingu vit bæði so, hon stríddist, og eg spældi, men fekk eisini eina ómissandi virðing fyri verkafjøldini. Hon var trúgv yvir lítlum; og eg gloymi ongantíð, tá ið hon segði mær, at lánið í húsinum nú var útgoldið. Fólk sum hon bygdu hetta land við egnu hondum sínum, og vit munnu vera mong, sum merkja grátin í hálsinum, nú so mong verkafólk eru uppsøgd beint undan jólum. Mangar av samtíðarsystrum hennara fluttu av landinum undan vantandi útbúgvingar- og vinnumøguleikum; og vit hava alsamt bløtt ungdóm hesa síðstu øldina, so nógv, at mong nú flyta úr Føroyum hóast góðar vinnumøguleikar, tí vinfólk, systkin og ofta barnabørn eru búsett aðrastaðni.
Fyri hesar báðar bólkar, tey ið stríddust at byggja land, og tey ið kendu seg rikin burtur, vildi eg fegin gjørt alt, hvat ber til, so korini betraðust og Føroyar gjørdust bæði liviligar og lukkuligar fyri tey.
Men mær kemur fyri, at politiska skipanin hevur higartil gjørt støðuna verri. Tann øgiliga vælferð, sum íðin ættarlið skaptu á virkjum, skipum og stovnum, er mangan søplað burtur av vánaligari fyriskipan. Gjøgnum allan mín uppvøkstur hoyrdist lýsing í útvarpinum við fiskaprísum, sum ráfiskagrunnurin ásetti uttan fyrilit fyri, hvat veruliga fekst fyri fiskin. Vit fingu flakavirki í hvørji bygd, og landið veðhelt fyri alt ov stórum flota, ið gekk til grundar og tók við sær alt ið lagt var í løðurnar.
Vit noyðast í hesum døgum at spyrja, um minni floti kundi fiskað tað sama ódýrari, um færri virki kunnu fáa betri rakstur, og um fiskavirkis-, minstulønar- og fiskidagaskipanir okkara hava ótilætlaði hjáárin, sum beina fyri vælferð og skapa títtari kreppur, hóast ætlanin var at gera væl.
Til gróðrarríkar teigar
Sjáldan man vera so stórt glopp ímillum hegni og ágrýtni hjá verkafólki og tingfólki sum í Føroyum. Sama er við fatan av umstøðum. Túsundtals fólk ferðast um landið alt hvønn einasta dag, úr Vágum til Vestmannar at skera fisk, ella úr Vestmanna til Havnar á skrivstovu, ella úr Havn til Klaksvíkar á skúla. Men politisku umboðini bera seg at, sum vóru ongi berghol, ongir vegir og bert hendinga mjólkabátar at flyta fólkið. Nær gongur upp fyri teim fólkavaldu, at flestu fólk búgva bert 1-2 tímar frá flestøllum arbeiðsplássum og stovnum? – og at líka stutt er úr Havn sum til Havnar?
Hetta er ikki skrivað til tess at finnast at verkafólki í Føroyum. Heldur er hetta ábreiðsla á tey ið hava sitið og sita landsstýri – nú tit aftur hava stýrt okkum út í kreppu við óhepnari vinnulóggávu, ov stórum skattatrýsti at fíggja ovstóran og óhepnan almennan geira – leggið so frá tykkum! Farið og njótið fulla pensjón fyri einans átta ára starvstíð, skrivið út val og latið vera við at stilla uppaftur!
Vit ið eru til reiðar taka við sum bústjórar í sp/f Føroyum, yngri og frísinnaðari kreftir í mongum flokkum, eru ikki so spent sum tit uppá veitslur, móttøkur , ferðir og pensjónir, men vit eru til reiðar at taka eitt róðurstørn fyri sakir teirra ið undan tykkum fóru og bygdu hetta land.