Tey brekaðu

Samfelagið letur í dag fyritíðarpensjón til nógv fólk, sum hava ymisk brek. Hesi fólk kunnu ikki arbeiða eins og tey, sum eingi brek hava.

 

Men tey kunnu nakað. Samfelagið loysur trupulleikan hjá teimum við at geva teimum pengar. Sjálvandi skal hetta framhaldandi verða møguligt. Eisini byggja vit stovnar, fyri at tey skulu hava okkurt at fara til. Hesir stovnar eru góðir. Umframt hesar skipanir átti eisini at verið møguligt hjá nevndu fólkum at arbeitt á jøvnum fóti við øll onnur.

Í dag kunnu tey tjena uml. Tkr. 40 áðrenn tað ávirkar veitingina frá tí almenna. Í dag forðar lógin fyri at fólk við smærri brekum kunnu tjena eina vanliga inntøku. Tað átti at verið møguligt at virkir og almennir stovnar settu fólk í starv sum høvdu brek. Í dag hava virkir ikki ráð at seta fólk í starv sum hava smærri brek. Tey skuldu fingið løn, sum svaraði til starvið. Almannaverkið kundi síðan endurgoldið arbeiðsgevarum tað sum arbeiðsevnini hjá starvsfólkinum var niðursett orsaka av brekinum.

Hetta er vinningur fyri øll. Samfelagið hevði spart útreiðslur til stovnar. Framleiðslan í landinum hevði verið munandi størri. Tann brekaði kundi á jøvnum fóti við øll onnur arbeitt. Eisini hevði hann fingið møguleika at vinna sær líka stóra inntøku, sum øll onnur og at liva júst sum øll onnur.

Hetta hevði bøtt munandi um lívsvirðið hjá teimum brekaðu. Tá høvdu tey ikki sæð seg sjálvan sum eina byrðu fyri onnur, eins og nógv av teimum gera í dag. Tað hevur nógv stórri tídning enn fíggjarligu fyrimunirnir.