Tað eru liðformenn og venjarar, sum hava atkvøtt millum tey tilnevndu í teimum ymsu bólkunum, og leygarkvøldið verða vinnararnir kosnir og heiðraðir.
Tey, sum skulu kjósast, eru: Ársins spælari, ársins stjørnuskot, ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallarspælari, ársins álopsspælari, ársins dómari, ársins venjari og ársins toppskjútti hjá bæði monnum og kvinnum. Harafturat verður eisini ein Fair Play heiðursløn latin, og ársins lið skulu eisini mannast.
Tiltakið verður á Hvonn í Havn leygarkvøldið kl. 20.00. Vertir verða Rannvá Gaard Fossaberg og Tróndur Arge, og Rás2 sendir beinleiðis frá avdúkingunum.