Hækkandi oljuprísurin hevur við sær, at fleiri flogfeløg mugu hækka prísirnar á sínum flogferðaseðlum og fremja sparingar fyri at fáa raksturin at hanga saman.
Oljuprísurin er seinasta árið vaksin við meira enn einari helvt, og ein tunna av ráolju kostar í løtuni góðar 70 dollarar – fyri einum ári síðani kostaði hon um 45 dollarar.
Hækkandi oljuprísurin sæst eisini aftur í roknskapunum hjá flogfeløgunum, og útlit eru fyri hækkandi ferðaseðlaprísum.
Lágprísflogfelagið Norwegian legði fyri nøkrum vikum síðani eitt serligt oljuavgjald, sum var millum 200 og 250 krónur, á ferðaseðlar á longri farleiðum, og nú boðar flogfelagið frá, at oljuavgjaldið verður lagt permanent inn í ferðaseðlaprísin. Tað skrivar DR.
Summi flogfeløg klára seg í eina tíð uttan hækkingar í oljuprísinum, tí tey hava gjørt longri avtalur við føstum oljuprísum – tað, sum verður kallað »hedging«.