Ein kanning gjørd av mikonomi.dk vísir, hvørji tey bíligastu studentaheimini eru í Keypmannahavn og har áleið. Vinnararnir eru trý næmingaheim, sum mangur føroyingur hevur búleikast í. Tey eru nevniliga Sofiegarðurin á Christiansborg, Grønjordkollegie á Vestamager og Oyrasundskollegie á Amager.
Á Grønjordskollegienum kann ein næmingur rinda niður í 1904 krónur um mánaðin, sum eisini umfatar vatn, hita og internet. Kanningin vísir, at munurin millum dýrasta og bíligasta er heili 4.475 krónur og fermetraprísurin svingar frá 60 krónum til 409 krónur. Sostatt ræður um at vera árvakin, tá ið ein skal skriva seg upp til næmingabústaðir.
Hetta skrivar Ritzau í dag