Tey allar flestu vilja lata seg koppseta

- Tað er mest hugsandi, at vit fara at "lenda" á umleið 90 prosentum, og tað eru vit sera væl nøgd við. Men, hvør veit, um talið av koppsettum ikki endar á 93, 94 ella 95 prosentum?

 

 

 

Í Noregi fegnast Fólkaheilsustovnurin um, at tey allar flestu vilja lata seg koppseta. Talið er væl størri, enn roknað hevur verið við, og hetta kann so eisini fara at merkja, at koppsetingin fer at taka nakað longi tíð enn áður hildið.

 

- Men, vit fegnast sjálvsagt um, at fólk vilja brúka heilivágin. Tað hevði verið keðiligt, um so ikki var, sigur norski smittuverjustjórin, Geir Bukholm, sum starvast hjá Fólkaheilsustovninum, við VG.

 

Í metingum hjá Fólkaheilsustovninum er lagt upp til, at 90 prosent av fólkinum vilja lata seg koppseta við heilivági hjá Moderna- og Pfizer. Men, nú bendir alt á, at talið er enn størri, og tað merkir, at størri nøgdir av koppingarevni fara til ávísar aldursbólkar, enn roknað hevur verið við.

 

- Um fleiri enn 90 prosent vilja lata seg koppseta - eisini millum tey yngru - verður talið av koppsettum væl størri enn mett, og hetta fer at hava við sær, at tað fer at taka eitt sindur longri tíð, til allir aldursbólkar eru liðugt koppsettir, sigur smittuverjustjórin.

 

Men, hvussu nógv longri tíð fer koppsetingin at taka?

 

- Tað veldst alt um, hvussu mong yvir 90 prosent vilja hava heilivági, men talan verður so kanska um eina ella tvær vikur, sum koppsetingin fer at draga út av hesi orsøk.

 

##med2##

 

Sum skilst, vilja 93 prosent av teimum elstu lata seg koppseta í Noregi. Av teimum, sum eru millum 75 og 84 ár er talið 97 prosent, og í aldursbólkinum 65 til 74 ár er talið 89 prosent.

 

Geir Bukholm vísir á, at so hvørt, sum skrásetingarnar av koppsettum verða dagførdar, verður talið av teimum, sum vilja hava heilivágin, enn størri.

 

- Tað er mest hugsandi, at vit fara at "lenda" á umleið 90 prosentum, og tað eru vit sera væl nøgd við. Verður talið av koppsettum 93, 94 ella 95 prosent, verður tað upp aftur betur, sigur smittuverjustjórin í norska Fólkaheilsustovninum.