Tað eru ikki nógv arbeiðspláss úti í Mykinesi. Okkurt hendinga arbeiðspláss er, men tað er fyri tað nógva eitt nú samferðslu arbeiði.
Tað er tó onkur, sum hevur valt at royna nýggjar leiðir. Esbern í Eyðansstovu hevur saman við Oskar Joensen tikið stig til at ala dunnur úti í Mykinesi.
Tá Sosialurin vitjaði fyri kortum, so var tað ikki júst dunnur í hópatali, ið vit høvdu væntað at sæð har.
Dunnurnar eru fingnar av Morkranesi og talan er um danskar dunnur. Henda sama alingin er eisini roynd aðrastaðni, og við góðum úrslitið, eftir hvat vit skilja á lagnum.
Talan er í roynd og veru um at royna at skapa nýggjar inntøku- og vinnumøguleikar. Hvussu fer at gangast við hesum góðu dunnum er ilt at spáa um. Tað kann hugsast, at mangur føroyingar, sum lesur hesar reglur, kannar sær jóladøgurðan. Tað kann eisini lættliga hugsast, at jóladøgurðin hjá mongum fer at koma úr Mykinesi. Fólk eru eftir øllum at døma ógvuliga áhugaði í at fáa føroyskar dunnur til jóla, og mangar søgur ganga um menn, sum vilja lata nógvan pening fyri, at júst teirra besti biti á jólum skal vera av føroyskum slag.
Enn er ikki so langt fráliðið, síðani dunnurnar komu út í oynna, men tað sigst, at tað gongur væl at hava dunnur í hópatali gangandi úti í Mykinesi.
Hetta er eftir øllum at døma ein roynd at ganga nýggjar leiðir hjá íbúgvunum á vestastu oynni í Føroyum.










