Tey 15 ára gomlu klára seg væl í enskum

Av fremmandamálunum í fólkaskúlanum hevur enskt eina serstøðu, tí lærugreinin er kravd

Av fremmandamálunum í fólkaskúlanum hevur enskt eina serstøðu, tí lærugreinin er kravd.

 

Í kanningini Ungfólk í Føroyum 2012, sum granskarin Firouz Gaini saman við øðrum hevur staðið fyri, siga næmingarnir í 9. flokki, hvussu tey klára seg í fýra útvaldum lærugreinum í skúlanum, føroyskum, støddfrøði, enskum og donskum. Tað skrivar Skúlablaðið.

 

30 prosent av næmingunum í kanningini siga seg hava fingið próvtalið 10 ella hægri í føroyskum veturin 2011-2012, ið kanningin tekur støði í. Umleið 65 prosent hava fingið 7-9, meðan restin – góð fimm prosent – hevur fingið 6 ella lægri í føroyskum.

 

Munurin á teimum sterku og veiku næmingunum er nógv týðiligari í fakinum støddfrøði: 37 prosent hava fingið í minsta lagi 10, meðan seks prosent hava fingið í mesta lagi 6 sum próvtal í støddfrøði.

 

Úrslitini í enskum mugu sigast at vera rættiliga góð. 361 næmingar – 69 prosent – hava fingið í minsta lagi 9 í enskum. 341 næmingar – 65 prosent – hava fingið eins góð úrslit í donskum í níggjunda flokki. Góð trý prosent av næmingunum hava einans fingið 6 ella lægri í donskum.


Ungfólk í Føroyum 2012 er ein frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning. Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011.

 

19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur