Tey 100 ára gomlu vinna mest

Higartil hava HB og KÍ tryggjað sær sjey FM heiti, og tey hava næstu dagarnar møguleika at vinna uppaftur fleiri

FM VINNARAR

Í vikuskiftinum vórðu fleiri av yngru deildunum avgreiddar, og har, sum tað ikki er liðugt spælt, verður lok lagt á næstu dagarnar.
HB og KÍ halda hundrað ára føðingardag í ár, og tað gera tey eftir øllum at døma við maner. Higartil hevur HB vunnið fýra FM heiti, og KÍ hevur vunnið trý FM heiti, og tey hava møguleika at vinna uppaftur fleiri.
HB er vorðið meistari í 1. deild hjá monnum, dreingjadeildini, smápiltadeildini og í gentur 10-12 ár. HB er í finaluni í unglingadeildini, har teir annað mikukvøld verða roknaðir sum favorittar ímóti EB/Streymi.
Tað verður spælt um FM í nógvum deildum, meðan tað í øðrum deildum verður spælt um fyrsta plássið og gull og uppflyting og í øðrum deilum verður spælt um fremsta plássið og gullkrónur. HB hevur møguleika at vinna tvey sett av gullkrónum afturat. Annað er í 3. deild, har teir sunnudagin skulu spæla avgerandi uppgerð á heimavølli ímóti GÍ, og hitt er í 4. deild, har teir leygardagin skulu spæla finalu. Mótstøðuliðið ta ferðina verður eisini GÍ.
KÍ hevur vunnið FM í kvinnudeildini, í piltadeildini og í pinkudeildini. Klaksvíkingar hava møguleika at vinna gull í smádreingjadeildini. Teir styrktu leygardagin um sína støðu, tá ið teir vunnu 4-0 á heimavølli ímóti TB. Tvørádreingir hava eitt gott lið. Teir eru við í FM kappingini, eitt nú tí teir fyrr í summar vunnu 7-0 á heimavølli ímóti KÍ. Hini liðini í FM kappingini í smádreingjadeildini eru B36 og NSÍ.
Kappingin verður liðug leygardagin. Í gjárkvøldið skuldu B36 og KÍ spæla í Klaksvík.
NSÍ er meistari í gentudeildini, AB vann leygardagin FM fyri smágentur (gentur 12-14 ár), og SÍF vann leyardagin FM fyri piltar á hálvum vølli. Somuleiðis vann leygardagin old boys kappingina.
Leygardagin stóð somuleiðis greitt, at KÍ aftur í ár vann kvinnukappingina, og hava vit meira um hetta í blaðnum í morgin.
Sosialurin ynskir øllum vinnarunum hjartaliga tillukku. Vit rokna við næstu dagarnar at fáa myndir av øllum FM vinnarunum.