1. Tú skal virða tilfarið og hantverkið - tað lønar seg at keypa góðan kvalitet og vælgjørd pløgg.
2. Nýt mótsetningar - svart og hvítt, tunt og tjúkt, lakk og leður, vítt og stramt - hesi ting gera tína drakt spennandi.
3. Keyp røtt lyklapløgg - eitt lyklaplagg er eitt plagg tú nýtur sera ofta - skógvar, taskur, jakkar, og kanska eina húgvu ella hatt. Nýt pening upp á hesi pløggini eftirsum tú oftast er í teimum, og tey slítast mest.
4. Streva eftir balansu - um tú er klødd í einari víðari blus, skulu buksurnar ella niðurdeilurin helst verða strømm og umvent.
5. Klæð teg einkult - ov nógvir litir, smúkkur, mynstur og blómur er ikki gott at blandað. Vel eina tasku, ella brosju, ið strálar einsamøll.
6. Blanda ikki mynstur - rútut og blomstut saman kann síggja rættuliga ræðuligt út. Men um tú vil blanda mynstur, lat tey so vera í sama liti ella tóna.
7. Lat teg ikki í ov lítil klæði - tað er stórur munur á strømmum klæðum og ov lítlum klæðum. Klæðir, ið eru ov lítil fáa sjálvt ein klænan persón at síggja feitan og ófantaligan út.
8. Hygg í spegilin - gang altíð út frá tær sjálvari - hvørjar litir riggar tú í, hvussu sær tín kroppur út, og hvussu tjúkk er tín lummabók? at herma eftir Hollywoodstjørnum ella venindum førur sjálvdan naka gott við sær.
9. zPínast fyri vakurleikan - trist men satt, um tú vil hava at fólk skulu venda sær um eftir tær á gøtuni, má eitt sindur av arbeiði og tanki til. Vælstrokin klæðir, vakurt hár, langar negl, perfekt make-up er bara byrjanin...
10. Tað skal vera stuttligt at lata seg í - ver ikki bangin at royna nýggj klædnapløgg og stílar. Blanda gamalt og nýtt og legg ikki í, hvat onnur siga og gera.