Leygardagin kom ein ungur maður afturíaftur á lívi, sum hevur verið saknaður í Texas í USA í átta ár.
Tað skrivar tíðindastovan NBC News.
Maðurin, sum í dag er 25 ára gamal, varð seinast sæddur nærindis heimi sínum í Houston hin 6. mars í 2015., tá hann gekk túr við hundunum.
Fólk í familjuni hava sagt, at drongurin leið av tunglyndi, serliga eftir at hann misti ein eldri beiggja í motorsúkkluvanlukku nøkur ár frammanundan.
- Eldri beiggin var hansara besti vinur. Hann sá beiggjan doyggja beint frammanfyri sær. Drongurin hevði verið ígjøgnum nógv meira, enn ein á hansara aldri átti at havt verið.
Tað sigur Brenda Paradise, ið familjan setti sum privatan kanningarleiðara í málinum í apríl 2015.
- Tað er framvegis ikki greitt, hvar drongurin hevur verið øll hesi ár, og hví hann valdi at rýma, veit tíðindastovan NBC News at siga í dag.
Ungi maðurin er nú á sjúkrahúsi.











