Tevez vil vekk

Liðskiparin hjá Manchester City hevur nú alment boðað frá, at hann vil vekk úr Manchester City. Orsøkin er persónlig sigur hann og hann vónar at Manchester City og viðhaldsfólkini hjá teimum skilja hann.

 

Tað er nógv skrivað og sagt um umstrídda framherjan úr Argentina. Fleiri ferðir hevur hann boðað frá, at hann vil aftur til Suðuramerika. Bara fyri nakrar dagar seinni at staðfesta, at hann hevur tað gott í Manchester City saman við føroyska málmanninum Gunnar Nielsen.

 

Nú hevur hann alment boðað frá, at hann ikki er sinnaður at halda fram í Manchester City. Tað eru serliga børnini, ið eru orsøkin.

 

- At liva í Manchester uttan míni børn er órúliga torført. Alt sum eg geri, geri eg fyri míni børn, sigur Carlos Tevez sambært BBC.

 

27-ára gamli framherjin hevur tvey gentubørn, men hvørki tey ella konan hava funnið seg til rættis í Manchester. Seinasta árið hevur familjan verið heima í Argentina, meðan Carlos Tevez hevur verið í Onglandi og spælt fótbólt.

 

- Eg vóni at fólk skilja mina støðu. Seinasta árið hevur verið torført fyri meg, sigur Carlos Tevez víðari.

 

Tað verður mett, at tað bara eru Inter Milan, Real Madrid og Barcelona, ið hava ráð at keypa framherjan úr Argentina.