Tevez vil sleppa heim

Høvuðssøgan í ensku fótbóltsbløðunum í morgun hevur verið, at argentinski áleyparin hjá Manchester City, Carlos Tevez, vil sleppa heim av spæla við Boca Juniors.

 

Konan og familjan sum heild trívast ikki í Onglandi, men sambært Sky Sports vónar Tevez, at tey vilja flyta til Europa, um hann finnur eitt annað felag onkra aðrastaðni enn í Onglandi.

 

Men sambært BBC sigur Manchester City kortanei at selja áleyparan, og keldur í felagnum siga, at um Tevez noktar fyri at spæla ella gevst heilt við fótbóltinum, fer Manchester City at krevja endurgjald fyri tey trí og eitt hálvt ár, sum Tevez hevur eftir av sáttmálanum.

 

Í einari fráboðan sigur Carlos Tevez, at hann einki hevur útistandandi við Roberto Manchini og hann takar eisini eigaranum, Sheikh Mansour.

 

BBC veit at siga, at Tevez longu í summar ætlaði at biða um at verða seldur, men ráðgevi hansara, Joorabchian, tosaði hann upp í lag at verða verandi.

 

Hvussu hettar fera t enda er ikki gott at vita, men hvørgin partur kann í longdini liva við einum spælara, sum bert vil sleppa burtur.