Síðani 2006 hevur argentinski Carlos Tevez leikt fótbólt í evropa, har hann hevur umboðað West Ham, Manchester United, Manchester City og Juventus. Nú er líkt til, at Tevez vendir nøsina heimeftir at spæla fótbólt.
Í øllum førum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Boca Juniors, ið Tevez umboðaði í sínum ungdómsárum, at felagið hevur tryggjað sær Tevez. Boca Juniors er úr høvuðsstaðnum í Argentina, Buenos Aires.
- Vit eru sera fegnir. Aftaná hart og drúgt arbeiði hava vit tryggjað okkum, at Carlos Tevez kemur heim til okkum at spæla, sigur leiðslan hjá Boca Juniors.
Beint nú er Carlos Tevez í Chile, har hann umboðar Argentina í Copa América. Væntandi verður hann almannakunngjørdur sum leikari 7. juli. Mett verður, at Tevez skrivar undir upp á ein trý ára sáttmála. Núverandi felagið hjá Tevez, Juventus, væntast at krevja fimm milliónir evrur fyri leikaran.









