Talan er um handil, sum sigst kosta Manchester City á leið £25 milliónir, og á tíðindafundi í dag nýtti Tevez høvið til at senda eini boð til Alex Ferguson, manager hjá Manchester United.
- Eg spældi við felagnum í tvey ár, og Sir Alex tosaði at kalla ongan tíð við meg. Heldur ikki hevur hann roynt at ringt til mín, tá tað kom fram, at eg kanska fór at skifta felag.
- Men eg vil takka honum, David Gill (stjóri í Manchester Utd.) og áskoðarunum fyri tíðina, sum eg havi havt hjá felagnum.
- Nú er tó talan um nýggja byrjan hjá mær, og eg eri fegin um at spæla við Manchester City, segði Carlos Tevez millum annað á tíðindafundinum.
Samstundis staðfesti Mark Hughes, venjari hjá Manchester City, at teir framvegis leita eftir styrki til hópin. Eitt nú sigst felagið vera áhugað í Emmanuel Adebayor úr Arsenal og John Terry úr Chelsea.









