Í dag skal City-leikarin Carlos Tevez svara ágangandi spurningum frá disipliner-nevndini í enska fótbóltsfelagnum.
Argentinski leikarin varð annars leikbannaður í tveir mánaðir, eftir at hann sýtti fyri at fara á vøllin í dystinum ímóti Bayern Munchen herfyri.
Hann hevur enn ikki greitt frá, hvat sum í roynd og veru fór fram.
- Hetta er ikki rætta løtan at koma við smálutum um, hvat hendi. Men eg vil tó leggja dent á, at eg ikki noktaði fyri at spæla, segði Tevez í farnu viku.
Bretska blaðið The Guardian ber tíðindini um møtið teirra millum í dag, men dugir ikki at siga lesarum sínum hvar avhoyringarnar fara fram.