Testir á Facebook lumpa teg

Facebook-testir lumpa privatar upplýsingar frá tær

Hvørjum kendum sjónleikara líkist tú mest? Hvør popptónleikari ert tú?


Stuttligu testirnar á Facebook eru mangar og kreativar, og tað kann verða freistandi at taka onkra av hesum testum – serliga tá ið ein long røð av vinum gera tað.

Tú skalt bara vita, at í flestu førum loyvir tú framleiðarunum av testunum at taka privatar Facebook-upplýsingar frá tær og selja tær víðari til triðja part.

Ofta skal tú vátta, at testirnar kunnu brúka tín Facebook-profil fyri at finna fram til úrslitið í testini, men tað er bert ein snildur háttur til at fáa fatur á tínum upplýsingum, sum síðani kunnu seljasta víðari. Hesir upplýsingar kunnu verða tín vinarlisti, tíni nærsambond, títt føðidato, tað, sum tú hevur dámt á Facebook ella møguligt telefonnummar.

Persónligir upplýsingar eru blivnir ein handilsvøra, og í nógvum førum verða hesir upplýsingar meira ella minni lumpaðir frá fólki.