Test: Hevur tú vetrartunglyndi?

Tak hesa royndina frá "Depressionsforeningen"

Vit brúka heitið ‘vetrartunglyndi’ tá vit vænta orku og verða tung í huga um heystið og veturin. Hóast tað ikki er óvanligt at ávirkast av veðrinum og myrkrinum, so er talan um meir enn bara at verða ávirkaður, tá tosað verður um vetrartunglyndi.  Umframt mistu orkuna, so verða tey, sum fáa vetrartunglyndi eisini døpur og tung í huga, troytt og fáa stóran hug til at eta søtt.

 

 

Er talan um vetrartunglyndi, so eru eyðkeynnini varðandi og tey koma aftur hvørt ár.  Tað er ikki óvanligt, at vetrartunglyndið ikki verður uppdagað fyrr enn fleiri tungir vetrar eru farnir framvið.

 

 

Les eisini:Hesa tíðina verða nógvir føroyingar tunglyntir

 

 

Svarar tú ja til spurningarnar niðanfyri, og varðar støðan í meir enn nakrar vikur, so átti tú at farið til lækna til kanningar. Læknin tekur avgerð um talan er um vetrartunglyndi

 

 

·        Hevur tú lítið av orku?

·        Ert tú tung/ur í huga?

·        Ert tú smásár/ur og hevur skiftandi sinnalag? 

·        Er tað trupult fyri teg at hugsavna teg?

·        Tørvar tær meir svøvn enn vanligt?

·        Hevur tú ikki orku til at vera saman við vinfólki?

·        Hevur tú ikki hug til sex?

·        Hevur tú størri matarlyst og mungar illa eftir søtum?

 

Kelda: Depressionsforeningen

 

 

Les eisini: Vetrartunglyndi snýkir seg inn