Tveir spælarar longt sáttmálan við EB/Streym

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Elias El Moustage og Niklas T. Kruse

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Elias El Moustage og Niklas T. Kruse. Felagið hevur eisini fingið tilgongd av spælarum sum Kristiani Joensen, Ólavi Niclassen, Boga Reinert Petersen og Dánjali Godtfred.

 

Tað er eisini greitt, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum venjari. Afturat sær hevur hann fingið partar av venjaratoyminum hjá HB seinnu árini. Her er talan um Magnus Poulsen, málmansvenjara, og Óla Hendrik av Fløtum sum kropsligum venjara.

 

EB/Streymur skrivar í kvøld:

 

Í 2021 vóru teir báðir partur av EB/Streymi, og nú er avtala eisini gjørd við Elias og Niklas fyri kappingarárið 2022.

 

Elias El Moustage kom til Føroyar at spæla farna kappingarár. 20 ára gamli arbeiðssami miðvallarin hevur hetta kappingarárið verið fastur maður á liðnum, áðrenn hann bleiv skaddur í seinnu hálvu. Elias leikti sambært FaroeSoccer 18 dystir í Betri deildini í fjør. Elias hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum, seinast á u21 landsliðnum í 1-1 dystinum ímóti Fraklandi.

 

Hin leikarin er 22 ára gamli Niklas T. Kruse, sum hevur verið partur av felagnum øll árini uttan 2018, tá hann var í HB. Niklas leikti sambært Faroesoccer 24 dystir í Betri deildini í 2021. Samlað hevur Niklas leikt 78 dystir í Betri deildini og skotið 11 mál. Út yvir hetta hevur skjóti kanturin leikt 29 dystir í 1. Deild og skotið 14 mál. Niklas hevur eisini í fleiri umførum umboðað føroysku ungdómslandsliðini.

 

Felagið fegnast um, at tveir ungir og evnaríkir leikarar aftrat hava valt at vera verandi í EB/Streymi og mennast enn meira her.