Nú er eftir hondini langt síðani, at tað varð alment kent, at nógv ítróttarfólk í gomlu kommunist londunum, nýttu ólóglig evni.
Fram til seinast í áttatiárunum, stóðu fleiri av hesum ítróttarfólkum heilt ovarlaga, tá heiðursmerki vórðu býtt út. Við tað at kommunistusku londini ofta nýttu hesi avrik sum politiska propaganda, gjørdu ítróttarleiðarar alt teir kundu, fyri at tryggja íðkarunum so góðar fortreytir sum gjørligt, og ein partur av hesum var at nýta ólóglig stimbrandi evni.
Øll hava helst hoyrt um ræðusøgurnar, har bórn við góðum ítróttarevnum fingu tablettir av ymsum slag aftur við matinum, í teirri trúgv, at talan var um vitaminir og anna gott.
Í veruleikanum var talan sjálvsagt um ólóglig stimbrandi evni, og fór tískil ein skipað doping fram.
Seinastu árini hava vit eisini hoyrt fleiri av fyrrverandi ítróttarfólkunum greitt frá, hvussu stór nýtslan av dopingevnum var, og eisini hevur eitt nú venjarin hjá SC Motor Jena, Horst-Dieter Hile, greitt frá, hvussu hesin háttur varð nýttur at betra um avrikini hjá rennarunum, sum hann vandi.
Vanskeplað børn
So við og við, vóru fleiri av hesum ólógligu ítróttarfólkum avdúkað.
Árinini, sum hava staðist av hesi áralongu misnýtslu, fáa ítróttarsambondini tó einki gjørt við, og nógv ítróttarfólk hava seinnu árini merkt, at kroppur teirra hevur tikið skaða av hesum.
Seinast er tað komið fram, at fleiri fyrrverandi ítróttarkvinnur hava átt vanskeplað børn, við tað at skipaða dopingin hevur avskeplað kyknubygning teirra.
Rættarmál
Í gjár byrjaði so eitt rættarmál móti yvirlæknanum, Lothar Kipke, sum í fleiri ár hevði ábyrgdina av eysturtýska svimjilandsliðnum.
Ein fyrrverndi eysturtýskur elitusvimjira hevur nú átt ein son, sum hevur vanskeplaðan fót, meðan ein onnur hevur átt eina blinda dóttir.
Væntast kann, at hetta rættarmál kann hava rættuliga stóran týdning, tá hugsað verður um, hvussu slíkar gølur verða viðgjørdar í framtíðini.










