Ætlanin er at seta deildir á stovn í fleiri evropeiskum stórbýum longu í ár. Talan er um Keypmannahavn, Milano, Paris og Zürich. Harnæst koma eisini deildir í Hamburg, Frankfurt, London, München og Monaco upplýsir nýggi stjórin hjá Tesla í Evropa Cristiano Carlutti.
Samstundis hava Tesla presenterað prototypuna av nýggja Model S, sum eftir ætlan skal royndarkoyrast í heimstatinum Kalifornia frá 2012, áðrenn hann kemur á evropeiska marknaðin.
Tesla Model S hevur 292 hk el-motor, koyrir frá 0-100 km/t upp á 6 sekund, og kann koyra 480 km upp á eina løðing. Battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir.











