Nógv hevur verið at hoyrt um nýggjasta vápnið hjá amerikanska el-bilaframleiðaranum, Tesla, í stríðnum ímóti brennievnisbilum. Tað er bilurin Model 3 frá Tesla Motors.
Í USA fer bilurin at kosta 35.000 dollarar, sum svarar til áleið 230.000 krónur. Aftur at tí eru tað fleiri statir í USA, sum geva avsláttur fyri el-bilar.
Talan er altso um ein bil, sum fer at kosta minni enn helvtina av tí, sum Model S kostar – sum hóast alt hevur selt væl, yvir 100.000 bilar kring heimin, síðani hann kom á marknaðin í 2012.
Men eitt er prísurin í USA. Nakað heilt annað er prísurin her um okkara leiðir.
Danskir miðlar skriva, at Tesla 3 fer at kosta 432.443 krónur í Danmark. Tá skulu vit hava í huga, at danska stjórini hevur gjørt aftur at hækka skrásetingargjaldið fyri el-bilar. Hevði hon ikki gjørt tað, so hevði bilurin kostað 286.435 krónur í Danmark.
Hvør føroyski prísurin er, vita vit ikki. Men hann eigur ikki at liggja langt frá tí danska. Skrásetingargjaldið á el-bilar er ikki hækkað í Føroyum.
Og sambært Kristinu Háfoss, so hevur landsstýrið heilt aðrar visjónir á el-bilaøkinum, enn danska stjórnin.
– Skulu vit av álvara fáa føroyingar at keypa elbilar, kemur tað ikki av sær sjálvum. Tí ætlar samgongan nú at gera tað meiri lokkandi hjá føroyingum at keypa el-bilar heldur enn bensin- ella dieselbilar, segði Kristina Háfoss við Sosialin 10. februar.
Umframt at einki skrásetingargjald er á el-bilum og at tey, ið nýta streym at løða bilin við, fáa ein lægri streymprís, fer landsstýrið eisini at broyta, hvussu vegskatturin skal útroknast.
– Tað, vit arbeiða við, er at finna eina skipan, har vegskatturin ikki longur skal verða ásettur eftir, hvussu nógv ein bilur vigar, men ístaðin eftir, hvussu illa hann dálkar, sigur landsstýriskvinnan.
Um tað verður so, sum landsstýriskvinnan sigur, so fer ein Tesla 3 neyvan at kosta meira enn 300.000 krónur í Føroyum.









