Terry reistist

Chelsea-stríðsmaðurin, John Terry, sum brendi eitt brotsspark í Champions League finaluni fekk endurreisn, tá hann í gjárakvøldið legði Ongland á odda 1-0 í vinardystinum ímóti USA á Wembley í London. Terry setti pannuna á eitt væl tikið fríspark frá David Beckham, og Tim Howard í amerikanska málinum hevði ongan møguleika at bjarga. Hetti hendi eftir 38 minuttum. Tá ein tími var spældur økti Steven Gerrard úr Liverpool til 2-0, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Sunnudagin spælir Ongland aftur vinardyst, hesaferð á útivølli ímóti Trinidad og Tobago.