Terry í muturgølu

News of the World kundi í gjár avdúka, at umframt vikulønina upp á £160.000 pund, hevur Chelsea-liðskiparin, John Terry, eisini forvunnið sær aðrar upphæddir, sum ikki beinleiðis eru sambært sáttmálanum.

Blaðið hevur fingið hendur á sjónbandaupptøkum, sum sýna Terry vísa trimum ?vinnulívsmonnum? runt á Cobham, har Chelsea hevur sínar venjingar. Fyri hetta fekk Terry £80.000 frá einum sonevndum billethávi.

 

Sjálvur sigur Terry, peningurin varð nýttur til vælgerandi endamál, og venjari hansara, Carlo Ancelotti, stuðlar eisini liðskiparanum.

- Tað er skeivt, og tað passar ikki. Bæði eg og spælararnir hava stórt álit á John Terry, og eg eri vísur í, at hann ikki hevur gjørt nakað skeivt, sigur Ancelotti.