Terry møguliga til Brøndby

- Tað kundi væl verið – ein dag, sigur John Terry við TV2.

Á Twitter breiða seg leysasøgur um, at Chelsea-verjuleikarin, John Terry, møguliga er ávegis til Brøndby. Orsøkin er tann, at nevndarformaðurin í Brøndby, Jan Bech Andersen, er vinmaður hjá John Terry, og í sjónvarpsinnslagi hjá TV2 í dag sigur John Terry sjálvur, at tað er ein møguleiki.


- Tað kundi væl verið – ein dag, segði John Terry flennandi, og rósti síðani vinmanninum fyri sítt arbeiði í Brøndby.


- Eftir dystir mínar fyri Chelsea, er tað fyrsta eg kanni, hvussu tað hevur gingist Brøndby. Eg ynski, at tað gongur væl hjá liðnum og hjá Jan. Hann er so elduhugaður í felagnum, hann hevur longu broytt eina rúgvu av tingum og teir eru ávegis uppeftir. Tað er fantastiskt at síggja, sigur John Terry.


John Terry metti tað eisini vera ótrúligt, at felagið hevur fingið fatur á leikarum sum Khalid Boulahrouz og Daniel Agger. Jan Bech Andersen segði seg meta John Terry hava nógv góð fótbóltsár eftir í beinunum, og um møguligu tilgongdina av John Terry segði hann, at tað er ein dreymur.