Terry helst verandi

Søgur hava seinastu dagarnar støðugt gingið um, at John Terry fór at flyta frá Chelsea til Manchester City. Men nú eru ábendingar um, at hann verður verandi 365 milliónir krónur í flytingarkostnaði og 2,17 í vikuløn. Tað er upphæddin, sum ? sambært ensku dagbløðunum ? Manchester City er til reiðar at gjalda fyri at fáa Chelsea-liðskiparan, John Terry, at flyta felag.

Tað hevur ljóðað, at Terry hevur verið ógvuliga freistaður av tilboðnum, men í gjár staðfesti Chelsea-stjórin, Peter Kenyon, at John Terry ikki er til sølu.

Tað var somuleiðis í gjár, at Chelsea presenteraði sína nýggju troyggju fyri komandi kappingarár. Og tað var John Terry og Michael Ballack, ið saman við Carlo Ancelotti, venjara, vístu troyggjurnar fram á tíðindafundi.

Samstundis vita ensk dagbløð at siga, at John Terry er við í ferðalagnum, sum í dag fer til USA á venjingarlegu upp undir nýggju kappingina.

Við eru eisini Ross Turnbull, málverji, og Danny Sturridge, ungi áleyparin, sum Chelsea hevu keypt frá júst Manchester City, meðan nýkeypti russin, Yuri Zhirkov, legst at ferðalagnum seinni.

Ensku bløðini kenna seg tí rímiliga vís í, at John Terry hevur gjørt av, at verða verandi í barndómsfelagi sínum. Og tað munnu vera góð tíðindi fyri allar Chelsea-fjepparar.