Eftir syrgiliga terroristálopið í Brússel í gjár, sum er blivið framt lutfalsliga stutt eftir álopið í París í november, segði italski varaforsetin í UEFA, Giancarlo Abete, við italskt útvarp, at tað var ein møguleiki, at dystir í EM-endaspælinum í summar verða avgreiddir uttan áskoðarar. Tann skiljandi orsøkin er, at óttin fyri terroristálopi í samband við hesar dystir er ov stórur. Hetta skrivar bretska Sky Sports.
Men UEFA hevur gjørt skjótt av og víst aftur, at nakar dystur í EM-endaspælinum í Fraklandi í summar verður spældur uttan áskoðarar.
- Vit eru vísir í, at øll trygdaratlit verða tikin fyri, at eitt trygt og stuttligt EM-endaspæl kann spælast í summar. Tískil eru ongar ætlanir um, at dystir skulu leikast uttan áskoðarar, sigur UEFA í almennum tíðindaskrivi.
Víðari sigur UEFA tó, at evropeiska fótbólssamgongan er í ferð við at leggja ymsar mannagongdir til rættis, um tað skuldi hent seg, at tey, sum taka lut í EM, koma í vanda.
- Kortini arbeiða vit við ætlanum viðvíkjandi ymsum kreppustøðum. Trygdin hjá øllum luttakarum til dystirnar (leikarar, áskoðarar o.s.fr.) verður tikin sera álvarsliga.
EM-endaspælið í Fraklandi verður spælt frá 10. juni til 10. juli.










