Terroristar á rennibreytini

Oddvør Johansen
---

Hon er kanska vakrasta rennibreyt í verðini – rundan um teg sært tú hav, heyggjar og fjøll, og eg eri á henni so at siga hvønn dag.
Tað undrar meg nógv, at brúkararnir blaka rusk frá sær á breytini. Hetta eru í flestu førum ung og børn, sum annars frá barnagarðsaldri hava lært at rudda upp eftir sær í natúruni, men í gjárkvøldið tók eg sjálvboðin heili sjey plastikbikar upp, tveir plastdunkar, fimm vanlig tyggigummi og eitt yvirvaksið bubbbligummi + ein tóman plastikposa. Serliga ringt er tað framman fyri amboðs-húsinum. Hyggið sjálvi.
Tí heiti eg á allar venjarar og vaksnar brúkarar: Gloymið alt um medaljur eina løtu og lærið tey ungu frá fyrsta degi: hvørt nikk og prikk skal takast upp, áðrenn vit fara heim, soleiðis er tað bara.
P.S. Har kundu væl verið nøkur fleiri ruskíløt.