Vit hava sitið uttanfyri og hugt at og akademiskt gjørt okkum meiningar um, hvat og hví. Men í hesi vikuni er alt komið nærri. Her á Bornholm hava tvey fólk latið løgregluni brøv, sum tey hava havt illgruna um, innihalda kemisk eiturevni. Í hvørgum førum var innihaldið í brøvunum eitur. Sjálvt um innihaldið ikki var vandamikið í hesum førinum, so hevur atsóknin í USA loypt ótta á fólk. Vit eru bangin, og vit hava fingið prógvað, at globalisering ikki bert er eitt positivt orð. Alt ferðast í dag so skjótt, at tað sum hendi í New York í gjár, kann henda í Nexø í dag ella í Norðdepli í morgin.
Vit hava sæð tað í teldunum, sum eru bundnar saman um allan heim. Finnur onkur uppá at gera ónáðir, so er ikki neyðugt at ferðast. Viðkomandi fer bert á alnótina, og so er samband til allan heim.
Fleiri ferðir í heyst er tað hent, at teldur eru støðgaðar av sokallaðum virus-álopum. Tíbetur er hetta virus, sum bert ger álop á maskinur og bert gevur fíggjarligt tap. Virus, sum nú verður umrøtt, er meira vandamikið og gevur alt størri ótta. Vit hugsa um, hvussu vit sjálvi kunnu sleppa undan hesum álopum, hvussu vit kunnu verja børn okkara móti slíkum.
Tíbetur er tað soleiðis her í Danmark, at enn hevur ongin fingið brøv við eitri í, men llíkavæl er óttin stórur. Arbeiddi í Keypmannahavn síðst í sjeyti-árunum. Tá var ein bumbumaður uppá spæl. Ein maður doyði, tá ið ein bumba sprongdist á Nytorv uttanfyri dómhúsið. Mánaðin eftir vóru mangir bumbualarmir í býnum. Á jarnbreytarstøðum, í bussum, vøruhúsum og aðrastaðni. Ongantíð var hetta álvarsligt, men óttin í býnum var ræðuligur. Eitt kvøldið var okkurt sum líktist einari heimagjørdari bumbu funnið í s-tokinum til Hundige. Eg var sendur oman til Hundige mitt á nátt. Kom heim á redaksjónina klokkan fýra um morgunin, skrivaði eina heila síðu um tað sum hendi til blaðið næsta morgun. Um hvussu henda heimagjørda bumba sá út, um hvussu bangin fólk vóru, um Rulle-Marie ein robottur, danski herurin hevur til slíkt.
Teir tóku bumbuna við tilfarum, og royndu so at spreingja hana fyrrapartin dagin eftir. Tað vísti seg, at bumban var ein cigarkassi við stáltráði uttanum. Tá ið teir lótu kassan upp, lá eitt pappír í, har á stóð BANG.
Skemtiligt heldur onkur. Nei als ikki. Tann ella tey, sum løgdu fyrstu bumbuna, uppnáddu tað tey vildu: fólk gjørdust bangin. Júst tað sama hendir nú, hvítt pulvur verður sent runt. Meira skal ikki til.
Vit mugu tí øll royna at steðga teimum ótangum, sum halda hetta vera stuttligt. Tað gongur útyvir alt ov mong, sum fyri at onnur kunnu stuttleika sær, nú mugu liva eitt óttafult lív.










