Bergur Olsen
?????????????
Veit nakar um ternubøli, sum ikki eru merkt á kortið ?
Á sumri 2003 varð roynt at skráseta øll ternubølini í landinum, og mett varð eisini um støddina á hvørjum bøli. Øll bølini eru sett inn á kortið, men ivaleyst eru onkur ternubøli, sum vit ikki hava fingið við. Veit nakar um ternubøli, sum ikki eru merkt á kortið, hevði eg tí verið fegin at frætt um hetta á tlf. 222006. Eisini ber til at senda email til berguro@frs.fo.
Ætlanin er at telja ternurnar á hvørjum ári
Ætlanin er at halda fram við hesi skráseting í nógv ár fyri at kanna, hvussu stovnurin broytist. Vit vita, at broytingarnar hava verið stórar, men tær eru ikki skrásettar. Í summum plássum hevur terna átt í langa tíð, meðan hon flytur nógv í øðrum plássum. Ikki er neyðugt at órógva ternurnar so leingi fyri at meta um, hvussu nógvar eiga í einum bøli. Nóg mikið er at fáa allar á flog og telja tær skjótt í luftini. Roknað verður so við, at fyri hvørjar tríggjar, sum eru á flogi eru tvey pør. Torført er tó at fáa eitt neyvt tal, meðan tær flúgva, men tað er nóg gott til at vísa tær árligu broytingarnar, sum vanliga eru stórar.
Fyrsta landsumfatandi teljingin av ternum fór fram í 1981, tá Dorete Bloch skipaði fyri eini fuglateljing, har 32 fuglateljarar luttóku. Tá vórðu 104 ternu-bøli funnin við tilsamans 1100 ternupørum. Seinasta summar funnu vit 67 bøli við tilsamans 7600 pørum. Higartil tykist tað, sum um minni er til av ternum í ár og at færri ternur hava vorpið, men teljingin er júst byrjað.
Hvussu nógv kemur undan ?
Stórur munur er eisini á, hvussu nógvar ternupisur koma undan tey ymisku árini og hvussu tað eydnast í teimum ymsu bølunum. Seinasta summar doyðu pisurnar t.d. í Nólsoy og á Sandi, meðan eitt sindur kom undan í Kaldbak, Vestmanna og í Vágunum. Slíkar eygleiðingar taka longri tíð, men tað eru nógv fólk, sum fylgja væl við, hvussu gongst ternunum, har tey búgva. Kundu vit eisini savnað hesar upplýsingar á hvørjum ári frá summum bølum, høvdu tær givið eina góða ábending um, hvussu støðan er. Um onkur er áhugaður at luttaka í eini slíkari skráseting av ternunum í teirra øki, ella longu hevur slíkar upplýsingar liggjandi, eri eg sjálvandi eisini áhugaður at frætta frá teimum.
Føðin hjá ternuni
Føðin, sum ternur geva pisunum, er mest ternumurtur og nebbasild, men av tí at ternan bert fær stoytt seg stutt niður í sjógvin, má fiskurin standa ovarlaga í sjónum, um ternan skal fáa fatur á honum. Ternan er tí meira viðkvom enn t.d. lundi og lomviga, ið kunnu kava djúpt eftir føðini. Tá ið lítið er til av ternumurti og nebbasild, gongur tað tí ógvuliga skjótt út yvir ternupisurnar, sum doyggja í hungri. Ein betri vitan um, hvussu ternurnar klára seg, er tí samstundis ein betri vitan um, hvussu stendur til í havinum.
Norrønur sjófugladátugrunnur
Ternubølini verða skrásett í einum norrønum sjófugladátugrunni undir Fiskirannsóknarstovuni. Innsavningin av upplýsingunum fer fram í samstarvi við nógv fólk ymsa staðni í landinum, og skulu hesi hava stóra tøkk fyri tað. Formaðurin í Fuglafrøðifelagnum, Petur Mortensen, hevur verið sera íðin, og tveir týskarar, Jochen Schreiber og Nina Seifert, fylgdu gjølla við ternunum í Kaldbaksbotni seinasta summar og skrásettu og taldu nógv ternubøli.