Ternan verður tvær vikur afturat á beding

Ætlanin var, at strandfaraskipið Ternan skuldi fara aftur í sigling í dag, men tað ganga helst tvær vikur afturat, áðrenn umvælingararbeiðið er liðugt.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.
 
– Síðani Ternan fór á beding eru sýnsmenn, sum hava kannað ein av tangunum, ið stóðu fyri tørni at verða sýnaðir, komnir til ta niðurstøðu, at neyðugt er at skifta nakað av stáli aftarlaga í skipinum. Av tí at tað arbeiði, sum nú skal gerast afturat ætlaða viðlíkahaldsarbeiðinum er í einum illa atkomuligt og er tíðarkrevjandi kemur tað at hava við sær, at arbeiði ikki verður liðugt til tíðina, sigur SSL.

Hetta merkir at Ternan væntandi ikki verður til reiðar at byrja aftur á nólsoyarleiðini fyrr enn 3 mai.

Í tíðarskeiðnum fer Sildberin at røkja nólsoyarleiðina, og Sam fer enn sum áður at sigla farmatúrar týs- og hósdag.