Fyri góðum mánaði síðani sendi stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, eitt upprit um umskipan av skipunum hjá SL á farleiðunum Tórshavn-Nólsoy og Hvannasund-Svínoy-Fugloy.
Ein roynd varð í vár gjørd við at seta Rituna inn á rutuna í Norðoyggjum, meðan Sam varð fluttur av Kallsoyarleiðini til Nólsoyarleiðina, meðan Ternan so røkti siglingina út í Kallsoynna.
Hesar royndir hepnaðust væl og førdi til, at leiðslan á Strandferðsluni gjørdu eitt tilmæli til landsstýrismannin við samferðslumálum, Johan Dahl, har mælt varð til, at Ternan verður sett inn á Nólsoyarleiðina, meðan Ritan verður flutt norður í Norðoyggjar at røkja siglingina út til Svínoyar og Fugloyar.
Neyðugt verður kortini við ávísum ábøtum á serliga Ternuna, tí hon hevur hóast alt út við 30 ár á baki. Serliga verður hugsað um rullitangar og lyftu av dekkinum upp í salongirnar, men eisini salongir og toiletviðurskifti skulu hava eina bøtandi hond.
Eisini Ritan skal hava nakrar smáar ábøtur, men samlaði prísurin tykist kortini yvirkomiligur.
Áðrenn veturin
Leiðslan á Strandferðsluni hevur gjørt nakrar metingar av kostnaðinum, sum hesar umvælingar og ábøtur fara at kosta. Roknað verður við, at samlaði kostnaðurin fyri bæði skipini verður tilsamans 9,5 milliónir krónur.
3,5 milliónir eru settar av til nýtt Svínoyar/Fugloyarskip, men tað stendur greitt, at tað fæst hvørki nýtt ella gamalt skip til hesa farleiðina fyri tann peningin. Strandeferðslan mælir tí til, at peningurin verður fluttur á konto til umvælingar og ábøtur á Ternuna og Rituna. Samstundis ætlar Strandferðslan sjálv at finna tvær milliónir í egnum rakstri til endamálið soleiðis, at upphæddin, sum fer at mangla í, verður fýra milliónir krónur.
Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hann hevur sent kostnaðarmetingina til fíggjarmálaráðið at taka støðu til, og hann væntar eina afturmelding higani ein av fyrstu døgunum.
- Samlað miði eg ímóti at fáa eina avkláring á málinum áðrenn veturin kemur, og soleiðis sum málið liggur nú rokni eg við, at úrslitið verður at Ternan verður sett inn á Nólsoyarleiðina, meðan Ritan skal røkja siglingina út í Svínoynna og Fugloynna, sigur Johan Dahl.
Merkir vælvild
Talan hevur jú verið um at nýtt skip skal byggjast til Nólsoyarleiðina, men vegna vánaligar fíggjarvánir er tann ætlanin fyribils slept. Johan Dahl metir kortini, at ætlanin við at seta Ternuna inn á leiðina er ein góð fyribils loysn, og fer at liggja á sama kostnaðarstøði í rakstri, sum ein nýggj Nólsoyarferja hevði gjørt.
Men uttan mun til, um Ternan verður fyribils loysn ella nýtt skip verður sett inn á farleiðina, so verður neyðugt at byggja eitt ella annað slag av ferjulegu í Nólsoy. Tað er vinnumálaráðharrin greiður um, og tí verður eisini arbeitt við tí málinum.
- Vit hava verið í samband við Landsverk, eins og eg havi biðið Heðin Mortensen, borgarstjóra um fund, og efturmeldingin hevur verið sera positiv, sigur Johan Dahl.
Hann roknar tí við at fáa fund í lag við Tórshavnar kommunu ein av komandi døgunum.
Einki skip hevur gott av at liggja, heldur ikki Ternan, og eg síggi ljóst upp á at finna eina loysn á spurninginum, áðrenn veturin kemur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum.