Fríggjakvøldið varð Dúgvan tikin úr siglingini um Lorvíksfjørð, og Ternan sett inn ístaðin.
Orsøkin til hetta var, at umvælingar skuldu gerast á motorarnar hjá Dúgvuni. Hetta vóru umvælingar, sum skuldu gerast, tá Dúgvan var í dokk herfyri, men tá komu eykalutirnir ikki til tíðina, og Dúgvan mátti setast inn í sigling aftur.
Nú nýtti Strandferðslan vikuskiftið til at gera hesar umvælingar, og meðan Ternan sigldi um Lorvíksfjørð, røkti Sam siglingina um Vestmannasund.
Strandfaraskipið Barsskor er á sleipistøð, og hevur Súlan røkt siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna seinastu tíðina.