Ternan spældi seg upp í Eik-liguna

Eftir at hava vunnið 3-1 á KÍF í fyrra dystinum fyri viku síðani, hevði Ternan gott útgangsstøði, nú seinni dysturin skuldi spælast á heimavølli í nýggju skúlahøllini á Toftum. Og tað gjørdist til enn ein sigur, 3-0, so Ternan flytur tískil upp í Eik-liguna.

 

Kollfjarðarkvinnurnar, sum hava verið niðastar í Eik-liguni í allan vetur, royndu sítt besta ímóti Ternuni, sum vann kappingina í 1. deild, men hóast KÍF fekk nógv uppaftur av gólvinum, var slagstyrkin ikki tann sama sum hjá Ternuni, og tað var høvuðsmunurin á liðunum.

 

KÍF byrjaði annars væl og var leingi á odda í fyrsta setti, men ímóti endanum fór Ternan avstað og vann 25-18. Í øðrum setti hekk KÍF í allan vegin, til Ternan vann 26-24. Í triðja setti sást meira munur á liðunum, og tá vann Ternan 25-18.