Høvuðsmotorarnir á Ternuni skulu skiftast. Nýggju motorarnir koma til Føroya fyrsta dagin, men ivasamt er, nær arbeiðið verður gjørt.
At Ternan skal skifta motorar kemur helst at ávirka siglingina um Vestmnannasund í summar, tá Ternan annars skuldi røkt hesa rutuna. Men sum er ber ikki til at siga, nær hetta verður. Tað velst um heilt aðrar umstøður enn motorskift á Ternuni, sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni, Magnus Magnussen.
Tað kann ljóða eitt sindur løgið, at tað skulu vera umstøður uttan fyri Ternuna, sum avgera, nær skipið siglir. Men í grundini er tað Smyril og í øðrum lagi Dúgvan, sum gera av, nær Ternan siglir.
Fyri at gera eina fløkta søgu greiða, er at siga, at einki avloysaraskip enn er funnið fyril Smyril, sum skal í dokk um hálvan mai. Tað merkir í løtuni, at Dúgvan fer at sigla til Suðuroyar, og so má Ternan aftur um Leirvíksfjørð. Eftir eru so Sam og Ternan I, sum fara at røkja rutuna um Vestmannasund, sum Ternan annars hevði verið nýtt til.
Hetta, at Ternan skal skifta motorar, er tó ikki nakað, sum nýliga er íkomið, sigur Magnus Magnussen. Tað varð avgjørt longu í november í fjør. Motorarnir vórðu umbidnir, eftir at eykajáttan upp á fýra milliónir krónur var fingin. Teir koma væntandi til Føroya í næstu viku.
Avgerðin um at skifta motorarnar varð tikin, tá greitt varð, at teir gomlu skuldu klassast. Tá varð hildið skilabetri at skifta út. Teir gomlu eru javngamlir við skipið, eini 20 ára gamlir. Hesir nýgju motorarnir eru keyptir so mikið stórir, at teir eisini klára eina longing av Ternuni, um tað skuldi komið upp á tal.
Umstøðurnar við Smyrli gera, at einki er avgjørt, nær motorarnir skulu skiftast. Men teir ætla at sleppa undan at órógva summarsiglingina við hesum, sigur Magnus Magnusen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni.
Hinvegin má roknast við, at Ternan í fyrsta lagi fer at sigla um Vestmannasund um mánaðarskiftið juni/juli, um einki avloysaraskip fæst fyri Smyril. Tí Smyril verður burtur í seks vikur.