Ternan seinasta túr á Hest

Eftir at strandfaraskipið Ternan hevur røkt farleiðina um Skopunarfjørð í nakrar dagar, er hetta nú liðugt.

Hesar dagarnar hevur hann staðið til umvæling á Tórshavnar Skipasmiðju, men nú er hetta arbeiðið liðugt.
Í gjár varð Teistin aftur settur í sigling, eftir at hann bar við land á Gomlurætt fyri viku síðani.
Umframt siglingina millum Gomlurætt og Skopun hevur Ternan  og nú Teistin - eisini lagt leiðina inn í Hest sambært galdandi ferðaætlan.