Ternan royndartúr

Arbeiðið við at skifta maskinurnar í Ternuni er komið so mikið áleiðis, at sett verður í gongd í dag

Gongur alt væl, kann Ternan vera aftur í sigling kanska einaferð í næstu viku.

Arbeiðið við at skifta maskinurnar er liðugt, og sett verður í gongd í dag. Tá er bæði ísetan av maskinum, el-installatiónir og hvat nú er at gera liðugt.

Spennandi verður so at vita, hvussu tað fer at roynast, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Tað kann altíð okkurt smávegis vera at rætta uppá. Men tekniski stjórin væntar, at tað ganga bara nakrir heilt fáir dagar, til Ternan er aftur í regluligari sigling.