Ternan rent á land: Okkurt hendi tá teir sigldu inn

Ternan rendi á land í Skopun

Fyri einari løtu síðani rendi Ternan á land í Skopun. Akkurát hvat er hent og hví, veit mann ikki beint nú.

 

– Hon er farin á land, ja, og eg havi tosað við teir. Okkurt er hent, tá teir sigldu inn á Skopun, sigur Jóan Petur Abrahamsen frá Standferðsluni.

 

Har eru fólk umborð.

 

– Sum eg veit, er ikki nakar leki á skipinum, og tað stendur væl til umborð, sigur Jóan Petur Abrahamsen, sum ikki fær sagt nógv meira um málið beint nú.

 

– Vit koma við einari frágreiðing eina ferð, sigur hann.

 

Tað verður í løtuni arbeitt við at fáa skipið leyst. 

 

Av tí sama er eingin sigling á leið 60 og 85 í løtuni, upplýsir Strandferðslan. 

 

Myndirnar her eru tiknar av Ternuni í áðni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##