Flogbóltur: Eftir at hava vunnið 3-1 á KÍF í fyrra dystinum fyri viku síðani, hevði Ternan gott útgangsstøði, nú seinni dysturin í gjárkvøldið skuldi spælast á heimavølli í nýggju skúlahøllini á Toftum. Og tað gjørdist til enn ein sigur, 3-0, so Ternan flytur tískil upp í Eik-liguna.
Kollfjarðarkvinnurnar, sum hava verið niðastar í Eik-liguni í allan vetur, royndu sítt besta ímóti Ternuni, sum vann kappingina í 1. deild, men hóast KÍF fekk nógv uppaftur av gólvinum, var slagstyrkin ikki tann sama sum hjá Ternuni, og tað var høvuðsmunurin á liðunum.
Ternan hevði gjøgnumgangandi meira bit í álopsspælinum og fleiri spælarar, ið kundu sláa ígjøgnum, umframt at eitt nú Katrin Olsen og Sóley Troleis við sínum royndum vóru við til at lyfta hinar á liðnum, ið ikki allar hava so drúgvar flogbóltsroyndir.
Hinvegin hevði KÍF hesa ferð Angeli Joensen við sum hevara, og tað sá út til at gera spælið hjá kollfjarðarkvinnum heldur tryggari og róligari. Sum so mangan í vetur, var tað serliga í verjuspælinum, at KÍF stóð seg væl, men heldur ikki hesa ferð var tað nóg mikið til at hóra undan.
Tvey jøvn lið
Stutt kann sigast um dystin, at liðini fylgdust eina løtu, men at KÍF síðani fór framum og helt leiðsluna væl út um miðjuna á settinum. Tá fekk Ternan fótin fyri seg fór at svara aftur, og serliga gjørdist munur á, tá Inga Jacobsen servaði sjey stig á rað, so settið endaði 25-18 til heimaliðið.
Í øðrum setti var javnt allan vegin, men liðini skiftust um at fara tvey stig framum. Nógvar og harðar duellir vóru í hesum settinum, og Ternan vann ikki settið, fyrr enn Sóley Troleis við einum avgjørdum smasji endaði eina ta longstu duellina, so Ternan vann 26-24.
Aftur í triðja setti var munurin lítil at byrja við, men síðsti javnleikurin var 12-12, tí seinnu helvtina av settinum hevði Ternan munin og økti hann, til, Marjun Brockie at enda við einum servuessi kundi avgera til 25-18, ið staðfesti 3-0 sigurin.
Talan var ikki um best spælda dystin í vetur, men av tí at liðini eru so jøvn, livdi hann allan vegin frá byrjan til enda við góðum duellum og nógvum av tí, ið plagar at eyðkenna finalurnar, har vinnarin fær alt og taparin situr eftir við ongum. So fæst at síggja, um tað nú veruliga verður so galið, tá avtornar.