Strandfaraskipið Ternan hevur fingið ein minni leka og er farið til bráneyðuga umvæling. Ternan sigldi seinasta túrin kl. 10:30, og frá kl. 12:30 røkir Spógvin siglingina millum Havnina og Nólsoynna. Spógvin siglir pendulfart millum Havnina og Nólsoy.
Av tí at Spógvin hevur skift farleið, røkir Testin siglingina millum Gomlurætt og Hest. Hetta hevur við sær, at fráferðirnar av Gomlurætt kl. 08:45, 14:30 og 19:10 eru tilkallitúrar hjá Teistanum.
Óvist er, hvussu leingi Ternan verður til umvælingar.